Spildurnýggja svimjistation í Shanghai, Oriental Sport Center, hevur tríggjar kappingarhyljar. Ein innandura við pláss fyri 18.000 áskoðarum, ið er tann fyrsti bygningurin í videobrotinum. Síðani síggja vit ein annan innandura við pláss fyri 5.000 og aftaná ein líknandi uttandura við pláss fyri 5.000. Síðst í brotinum eru vit komin 360 gradir og síggja høvuðshylin aftur. Bygningarnir kosta 2 mia. yuan ella 1.6 mia krónur. Les meira á wikipedia.org.
Hatta fyrsta langa við springvatninum frammanfyri er nýggja ‘Natatorium’ her, tvs. tað sum verður svimjihylur aftaná, har vatnpolokappingin er í løtuni. Tað næsta, høga er multiarenain, sum so vítt eg veit hevur nógv flest áskoðarapláss, og har tey so nú hava sett upp tveir fyribils 50-metra-hyljar (ein kappingarhyl og ein upphitingarhyl). Tað síðsta er risastóri uttandura vippuhylurin við 5000-áskoðaraplássum … ljóðar vilt, men tá ið nú kinesarar vunnu øll ella nærum øll gullheiðursmerki í lop av vippu …