Nakrir favorittar í 1500 svimja 400 frí í morgin

Í morgin fara nakrir av favorittunum í 1500 frí at svimja 400 frí. Spurningurin er, um vit kunna meta formin hjá teimum út frá tíðinum í 400 frí. Á scatter-plott grafinum niður undir havi eg savnað tey bestu úrslitini í 400 frí frá stevnum, har teir eisini hava svomið 1500 frí.


Grafurin kann skiljast soleiðis, at um Ryan Cochrane svimur 3:47 í morgin í 400 frí, so burdi hann svomið umleið 14:50 í 1500 frí. Men tað er sjálvandi bara ein meting frá gomul úrslit.

Vit síggja, at hóast tíðirnar hjá Sun Yang í 400 frí kunna sveiggja nógv, so plagar hann at svimja skjótt í 1500 frí. Tær bestu tíðirnar hjá Sun Yang eru lutfalsliga nýggjar, meðan tær hjá Cochrane eru frá 2008-2009. Tíðirnar hjá Mads Glæsner í 400 og 1500 frí hanga væl saman, tó tá hann nærkast topp tíðir er minni samanhangur millum 400 og 1500 frí. Tað er væl møguligt, at á summum stevnum velja svimjarnir eina grein framm um. Til dømis fylgjast úrslitini hjá Pizzetti ikki altíð at. Onkuntíð svimur hann skjótt 400 og spakuliga 1500 og umvent.

Pál er ikki við á grafinum, tí hann svimur ikki 400 frí í morgin.

3 thoughts on “Nakrir favorittar í 1500 svimja 400 frí í morgin”

  1. Mads Glæsner sigur við politiken.dk at hann er ikki nøgdur við at fáa eitt 12. pláss í 400 frí. Í HM í Dubai bleiv hann nr 5. Tíðin hjá Glæsner 3:48.41 var eitt hálvt sekund undir OL kravtíð.

  2. Soleiðis vórðu úrslitini hjá 1500-favorittunum í 400 frí í gjár.

    Svimjari Tilmeldingartíð Innleiðandi Finala Støða
    Sun Yang 3:41.48 3:44.87 3:43.24 2
    Peter Vanderkaay 3:46.88 3:45.02 3:44.83 4
    Ryan Cochrane 3:46.78 3:46.88 3:45.17 5
    Oussama Mellouli 3:46.15 3:45.90 3:45.31 7
    Sebastien Rouault 3:47.42 3:46.20 3:47.66 8
    Samuel Pizzetti 3:47.31 3:47.12 9
    Gergo Kis 3:48.14 3:47.26 9
    Jun Dai 3:49.26 3:47.58 11
    Mads Glæsner 3:49.12 3:48.41 12
  3. Splitt-tíðirnar í 400 frí frá finaluni (Yang, Vanderkaay, Cochrane og Mellouli) og innleiðandi (Rouault, Pizzetti, Kis, Dai, Glæsner).


Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.