Tað gekk ikki sum ætla hjá Glæsner í 200 frí

Simma.nu skrivar, at úrslitið hjá Mads Glæsner í 200 frí var skuffandi, og at hann vónandi kemur aftur í 800 og 1500 frí. Tíðin hjá Mads í 200 frí, 1:49.59, er tann skjótasta tíðin hjá honum uttan superdrakt, ið er skráðsett á swimrankings.net. Tíðin í 400 frí, 3:48.41, er eisini persónligt met uttan superdrakt.


Finalan í 200 frí verður í morgin. Spennandi verður at síggja, hvør av finalistunum fer við gullinum. Besta hálvfinalu tíðin eigur Yannick Agnel.

  1. Yannick Agnel (FRA) – 1:45.62
  2. Paul Biedermann (GER) – 1:45.93
  3. Ryan Lochte (USA) – 1:46.11
  4. Tae Hwan Park (KOR) – 1:46.23
  5. Michael Phelps (USA) – 1:46.91
  6. Dominik Meichtry (SUI) – 1:47.30
  7. Nikita Lobintsev (RUS) – 1:47.34
  8. Danila Izotov (RUS) – 1:47.39

omegatiming.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.