Pál Joensen knústi fyri løtu síðani norðurlenska metið, tá hann í 5. innleiðandi riðlið svam seg í finaluna í 800 frí við næstbestu tíð. Nýggja metið hjá Páli er 7:45.55. Mads Glæsner átti gamla metið, 7:52.18, ið var sett við superdrakt í HM 2009 í Rom.
Pál og hinir svimjarnir í riðlið 5 høvdu tann vansan, at tveir góðir riðlar skuldu svimjast aftaná, ið høvdu tann fyrimunin at kenna tíðirnar hjá Páli og co. Taktikkurin hjá Joensen sá út til at vera einfaldur. Herja á beinanvegin. Jun Dai úr Kina vendi fyrst aftaná 50 m við Pál sum nr 2. Hereftir tók Pál yvir og førdi allan vegin heim. Eina løtu hevði hann yvir eitt sekund til nr 2, tað vil siga hann var leysur av feltinum.
Tá teinurin var hálvrunnin byrjaði bronsu vinnarin frá 2009 Ryan Cochrane úr Kanada og Chad La Tourette úr USA at eta seg spakuliga inn á Pál, soleiðis at teir tríggir vóru førdi við nøkrum kroppslongdum. Cochrane kláraði at halda í, men La Tourette mátti sleppa aftur tá 100 m restaðu í. Teir síðstu 50 m bleiv ein sprint kapping millum Pál og Ryan.
Pál hevði Ryan á røttu síðuna (høgru), so hann kundi halda eyga við hann og helt hann aftanfyri seg. Munurin var lítil tá teir nurtu við veggin. Pál í mál við einum flottum føroyskum og norðurlenskum meti 7:45.55. Ryan Cochrane eina hándsbreidd aftanfyri við 7:45.57. Kommentatorin á Eurosport, Drew Gordon, segði, at nú er stutt eftir hjá Páli at taka tað evropeiska metið, ið er 7:43.84.
[Pál til vinstru, Ryan til høgru]
Í 6. riðlið legði danin Mads Glæsner hart út og lá eina kroppslongd leysir av feltinum, men eftir 550 m bleiv hann yvirhálaður av Mellouli og aðrar. Glæsner dragnaði meira og meira og kom í mál við tíðini 7:54.57 sum nr 5 í riðlinum og nr 8 samanlagt. Also enn hevði hann eitt finalupláss. Men tá síðsti riðil var svomin endaði hann á einum 11 plássi. Ungarin Gergo Kis vann 6. riðil í spurtinum mótir Oussama Mellouli. Tíðin hjá Kis var 7:48.33.
[Glæsner ovast til vinstru á geil 2, Kis fremstur á geil 3, Rouault geil 4, Pizzetti geil 5 og Mellouli niðast á geil 7]
Í síðsta og 7. riðlið var kinverjin Yang Sun suverenur. Hann førdi allan vegin og svam einsamallur í mál við bestu tíð 7:45.29 – eitt vet skjótari enn Pál.
[Yang Sun í mál frammanfyri Peter Vanderkaay]
Hesir eru í 800 frí finaluni í morgin (mikudag) á døgurða:
- Yang Sun (CHN) – 7:45.29
- Pál Joensen (FAR) – 7:45.55
- Ryan Cochrane (CAN) – 7:45.57
- Gergo Kis (HUN) – 7:48.33
- Oussama Mellouli (TUN) – 7:48.86
- Peter Vanderkaay (USA) – 7:49.13
- Sebastien Rouault (FRA) – 7:49.43
- Chad La Tourette (USA) – 7:49.94
Ikki so galið 🙂
http://www.swimnews.com/rank
Okkurt sum eg fann her í Google Reader, havi ikki yvirskot til at vurdera um tit longu hava frætt tað …
http://theswimmerscircle.com/blog/featured/shanghai-2011-day-3-prelims-silva-takes-top-seed-in-50-breast-prelim-updated-live/
http://www.huffingtonpost.com/2011/07/25/michael-phelps-world-championships-200-meter-free_n_908576.html
http://www.swimbrief.net/2011/07/swimgating-2011-day-3.html
http://blogs.bettor.com/Sun-Yang-clinches-Mens-800m-freestyle-heats-Day-three-2011-FINA-World-Championships-a86145
http://www.artesianews.com/ap-news/sports-ap-news/phelps-qualifies-11th-in-200-fly-heats-at-worlds/
http://washingtonexaminer.com/sports/2011/07/phelps-qualifies-11th-200-fly-heats-worlds
http://swimdr549.blogspot.com/2011/07/shanghai-2011-day-three.html
http://www.swimnews.com/news/view/8796