Pál bleiv 5 í 800 frí finaluni

Pál bleiv nr 5 í 800 frí finaluni í Shanghai í dag. Tíðin hjá Páli var 7:46.51 ella eitt sekund spakuligari enn í gjár, bert 1.57 sekund frá bronsuna. Vinnari var stórfavoritturin Yang Sun úr Kina. Vinnaratíðin var 7:38.57. Ryan Cochrane úr Kanada fekk silvur við tíðini 7:41.86, Gergo Kis úr Ungarn sprintaði framm um Oussama Mellouli og Pál og vann bronsu við tíðini 7:44.94. Tíðin hjá Mellouli var 7:45.99.



Jón og Pál broyttu taktikk til finaluna í dag, har hann í gjár legði seg á odda beinanveg, helt Pál seg undir liðuni á Yang Sun, ið var órøriligur frá byrjan til enda. Yang, Cochrane, Mellouli og Pál førdu til 50 metrar vóru eftir, tá Kis setti sama ógvusliga spurtin inn, sum hann hevði í gjár og tók bronsu.

2 thoughts on “Pál bleiv 5 í 800 frí finaluni”









  1. Hetta var eitt taktiskt upplegg, heldur enn eftir skjótastu tíð. Hyggur man eftir splitt-tíðunum, so missur Pál longu fyrstu 400 tað sum hann nú svam spakuligari í finaluni enn í innleiðandi, og svimur so afturfyri skjótari ímóti endanum enn tá. Málið var sjálvsagt heiðursmerki, heldur enn ‘bara’ betri tíð, men hinur áttu bara enn meira tá imóti endanum. Kis var øgiligur, svam síðstu 100 uppá eini 54 sekund (!).

    Bronsutíðin 3:44.94 er irriterandi lítið skjótari enn teir 3:45.55 sum Pál svam í innleiðandi. Men hvat? – skuldi hann tá lagt seg framum og drigið hinar, og risikerað at teir sum ikki einaferð kundu hygga sær í slipp-streyminum, spara orku og so spurta ímóti endanum? Kanska, eg veit tað so ikki, men Pál og Jón vurderaðu at hann fór ikki at eiga nokk til at kunna blása hinar afturum. Og hetta var tí royndin hesuferð.

    Øgiliga spenntir uppá 1500 nú. Irriterandi líknandi støða í innleiðandi, at Pál við 6. bestu tíð er í 3. seinasta riðli, og tí má koyra sítt egna tempo, har teir tí nú langt áðrenn mugu vurdera hvat sum skal til at svimja skjótari enn næstu tveir riðlarnir. Lat meg einki annað avdúka, enn at eg persónliga vóni at hann fær hasa OL-kravtíðina her í innleiðandi enn finalu, so at tann parturin er avgreiddur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.