Góð grein her á Suðurrás, har Dennis Holm hevur prát við Jón Bjarnason um úrslitið í 800 frí:
Eg trúgvi, at tá ið ein stendur í einari HM finalu fyri fyrstu ferð, og tað faktum at Pál vaknaði nærmast um náttina av spenningi, gjørdi nokk at tað ikki gekk heilt, sum okur høvdu droymt um. Men týsmorgun fór Pál í hylin styrkismettur sum nr. 9 til hetta HM og sum nr. 21 í Evropa. Nú er hann nr. 5 í Heiminum og nr. 4 í Evropa.
Hugvekjandi hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin avlagast. Um nakar ivast, so er støðan ikki tann at vit ikki eru tøkir her. Kringvarpið hevur bara ongan áhuga, har var formlig umbøn til okkum áðrenn eg koyrdi hasa áheitanina út sum endaði á Vágaportalinum, og síðani var tað bara éin sum fór í flint inn á meg persónliga, við áherðslu um at tað var sum privatpersónur. Altso eingin áheitan, bara skeld.
Handan kinesiska telefonin er eitt sindur løgin, SMS eru fýrakantar, og ofta er hon ikki til at finna. Í kapping er 1) ov nógvur larmur og 2) tað ikki ókey at hava telefonir ringjandi. Í gjár vóru vit fyrstu ikki heima fyrr enn kl 21:30 ella har á leið, og Pál enntá fyrst seinni, vegna útsvimjing og dopingkanning og meira útsvimjing og massagu. Tá ráddi um at fáa nakað at eta, og síðani royndi Pál eina løtu at stríðast ímóti svøvninum, áðrenn hann datt umkoll.
Soleiðis er lívið á svimjistevnu, uttan at nakað er óvanligt. Bestu boð til samband er tí (frægast) at møta upp, at ringja til avtalaðar tíðir, ella at senda eina áheitan í telduposti.
Portalurin? Tja, hatta er ein privat rás, so tey mugu væl hava loyvi at velja sjálvi.
Rás2 sendi beinleiðis frá finaluna í gjár. Tróndur Arge og Dánjal Hestoy søgdu frá kappingini. Les meira á portal.fo.
Man skuldi trúð at Rás2 hevur yvirtikið public service avtaluna 🙂
“Kringvarp Føroya skal leggja seg eftir at viðgera ítrótt úr forkunnugum sjónarhornum. Kringvarp
Føroya skal eisini hava vakið eygað við, tá okkara ítróttarfólk gera seg galdandi í altjóða
kappingum, eisini um tey umboða annað land.
Kringvarp Føroya skal á fjølbroyttan hátt viðgera ymsu ítróttargreinirnar. Beinleiðis frásagnir eru
ein týðandi partur av ítróttartilfarinum í Kringvarpi Føroya.”
Virkar fyri mær sum um at Kringvarp Føroya er við at lukka biksina …
http://new.vagaportal.fo/pages/posts/kringvarpid—kenna-tit-nakad-mark-og-skomm-11690.php