Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen svam seg í finaluna í 1500 frí leygarmorgunin í Shanghai. Klokkan 3:30 føroyska tíð leygarmorgunin byrjaði seinasta avbjóðingin hjá Pál Joensen. Úrslitið gjørdist eitt sættapláss í finaluni og 15 sekundir undir kravtíðini til Olympiski leikir 2012, eins og hetta var ein betring av norðurlendska metinum, ið Pál setti til EM í Budapest seinasta ár.



Fýra riðlar vóru í 1500 frísvimjing, har bestu svimjararnir svimja í seinastu trimum riðlinum, meðan fyrsti er tann vánaligasti. Pál var tilmeldaður við sættu-bestu tíð og svam á næstbestu geil í 2. riðli. Hann lá væl fyri gjøgnum mesta partin av kappingini, men tá góð helvt var svomin leyp ungarski Gergo Kis á, og vann hann riðilin við tíðini 14.52,72 næstur honum var amerikansku Peter Vanderkaay við 14.54,99 og Chad la Tourette við 14.55,59 og so Pál við 14.56,66. Hetta var ikki nøkur ynskistøða, tá hugsað var um, at í næstu tveimum riðlunum vóru 4 svimjarar, ið høvdu betri tilmeldingartíð enn Pál. Jón Bjarnason sigur úr Shanghai, at Pál svam beint eftir ætlan, og pacetíðin var perfekt.

Sun skein, restin skuffaði

Í triðja riðlinum var tað bara Ryan Cochrane, ið var skjótari enn Pál. Samuel Pizetti, ið fekk bronsumerkið til EM í Budapest var næstan tvey sekund spakuligari enn Pál. Danski Mads Glæsner svam 15.12,52, næstan eitt sekund spakuligari enn OL-kravtíðin. Nú lýsnaði aftur, Pál lá nú á fimtaplássið, men enn var seinasti og skjótasti riðil eftir. Í fjóðra og seinasta riðli var stórfavoritturin Sun Yang á geil 4, Sebastian Rouault á geil 5 og Oussama Mellouli á geil 6, stór nøvn og alt svimjarar, ið hava svomið skjótari enn Pál. Tá ið avtornaði var tað bara Sun Yang, ið svam skjótari, við bestu tíðini 14.48,13.

Finalan sunnudagin á døgurða

Finalan í 1500 frísvimjing verður svomið um døgurðatíð sunnudagin. Hon sæst beinleiðis á Eurosport og hoyrist á Rás 2.

Svimjararnir í finaluni eru:

  • SUN Yang CHN 14:48.13
  • KIS Gergo HUN 14:52.72
  • VANDERKAAY Peter USA 14:54.99
  • LA TOURETTE Chad USA 14:55.59
  • COCHRANE Ryan CAN 14:55.86
  • JOENSEN Pal FAR 14:56.66
  • MIYAMOTO Yohsuke JPN 14:57.12
  • PIZZETTI Samuel ITA 14:58.30

Við sættaplássið merkir tað, at Pál Joensen liggur á geil 7 í finaluni.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

One thought on “Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni”

  1. Hoyrdi onkran útlending tutla ‘the European Champion is out of the final, the Olympic and World champion is out of the final’. Kis og Pál og hinir í riðli 2 blástu eina rúgvu av favorittunum úr finaluni, vit hildu at Pál skuldi kanska klórast við Mellouli um heiðursmerki.

    Eitt meira føroyskt sitat: ‘Einasti vegur til heiðursmerki er ígjøgnum helviti’.

    Sun Yang verður trupul at koppa, men kanska fer hann niður við flagginum av at royna eftir heimsmetinum, sum hann ikki virkar at vera heilt í form til (hóast øgiligur), men sum kinesarar óivað allir ynskja at hann skal fara eftir.

    Gergo Kis hevur longu argað Páli tvær ferðir, við einum øgiligum spurti í 800 metra frí finaluni, og síðani við at koyra hart á í innleiðandi 1500 frí. Pál fór við vilja IKKI í holmgóngu við Kis nú í innleiðandi, tí at endamálið fyrst og fremst ‘bara’ var at koma í HM-finaluna uttan at brúka óneyðugar kreftir.

    Cochrane er absolutt eisini í form.

    Eg veit ikki hvat eg skal siga, vit og øll onnur kenna bæði styrkir og veikleikar hjá Páli Joensen. Størsta troyst er í veruleikanum, at hann í 2009 varð umleið nummar 13 í báðum kappingum, har hann nú er millum finalistarnar. Og at hann kláraði kravtíð til OL longu nú, so at ein ávísur friður kann valda komandi árið, við møguleika at veruliga fyrireika seg uppá heimsins størsta ítróttartiltak.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.