Pál Joensen og Jón Bjarnason skrivaðu enn eina ferð søgu í dag við einum fantastiskum fjórða plássi í heimsmeistarafinaluni í 1500 frí. Tíðin hjá Páli var 14:46.33, ið er nýtt føroyskt og norðurlenskt met. Metið hjá Páli í innleiðandi riðlinum í gjár var 14:56.66. Tá hevði hann 6. bestu tíð av finalistunum, men fleiri av finalistunum megnaðu ikki at halda støðið sum Pál.
Sun Yang úr Kina førdi allan teinin og dróg frá hinum, so at eingin ivi var um, at hann fór at taka gull. Ryan Cochrane úr Kanada og Pál fylgdu væl við tær fyrstu 500 m, ávikavist 1 og 2 sekund aftanfyri Yang.
[Cochrane ovast á geil 2, Yang á geil 4 og Pál niðast á geil 7]
Munurin millum Sun, Ryan og Pál vaks líðandi. Tá teir høvdu svomið 1.000 m lógu teir 3-4 sekund frá hvørjum øðrum. Ungarin Gergo Kis fangaði Pál aftur tá 150 m vóru eftir. Kis vísti í 800 frí og 1500 innleiðandi góðan endaspurt, men tá teir komu í mál, var Pál bert 0.67 sekund ella hálv kropslongd frá bronsuni hjá Kis.
[Kis á geil 5, Pál niðast á geil 7]
Sun Yang setti nýtt heimsmet, og slettaði samstundis elsta heimsmetið í svimjing, sum Grant Hackett hevur haft síðan 2001. Gamlað metið hjá Grant Hackett var 14:34.56. Sun Yang svam yvir heimsmet splitt-tíðir og sá ikki út til at kunna taka metið, men við einum øgiligum endaspurti kom hann í mál við tíðini 14:34.14.
Úr Kina kom sms-boð aftaná finaluna: “Gott lag her … sikken en fight!”
Úrslitið í finaluni:
- Sun Yang (CHN) – 14:34.14 heimsmet
- Ryan Cochrane (CAN) – 14:44.46
- Gergo Kis (HUN) – 14:45.66
- Pál Joensen (FAR) – 14:46.33
- Chad La Tourette (USA) – 14:52.36
- Peter Vanderkaay (USA) – 15:00.47
- Samuel Pizzetti (ITA) – 15:15.81
- Yohsuke Miyamoto (JPN) – 15:20.67
Rógvi Baldvinsson: “Pál Joensen med en imponerende 4 plass i 1500m i #svømmeVM. Hadde 3′ plassen i 11 minutter. Småsurt..”
Erling Hisdal (norskur rennari): “Siste dag i svømme vm, vert eit fantastisk mesterskap:p Følge med på Færøyanes Pàl Joensen for øyeblikket, ligg ann til bronse!”
Undan finaluni fann Eurosport Pál Joensen-fjepparar millum áskoðarnar. Eisini sá man Jón Bjarnason tosa intenst við Paulus Wildeboer.
[Thurid, Rókur og Cora]
[Finalistarnir]
Cora sendi hesa myndina í kvøld, sum onkur vinkona tók av stórskíggjanum í høllini, tá ið vit poppaðu upp har 🙂
Gamla heimsmetið hjá Hackett er lagt aftrat inn á geil 4 hjá Sun.