Argentinski Jorge Emilio Aguado listar her á bloggu síni upp menningina hjá Páli, frá tá ið hann í 2007 luttók á HM í Melbourne, til hann nú í Shanghai í 2011 varð nummar 5 og 4 í 800 og 1500 frí. Ein øgilig menning, ið við einum sindri av týðing og umskriving sær soleiðis út
- 2007: Luttók í 50 til 800 frí á HM í Melbourne, uttan at koma víðari frá innleiðandi
- 2008: Trífaldur evropeiskur juniormeistari á EJM í Beograd
- 2009: Kom ikki úr riðlunum á HM í Rom, men svam øgiligt í 1500 á World Cup í Moskva, Stockholm og Berlin
- 2010: Evropeiskt silvur á EM í Budapest
- 2011: Fimta pláss í 800 frí og fjórða pláss í 1500 frí á HM í Shanghai
‘Sí menning’ eru endaorðini hjá argentinaranum sum so vítt eg dugi at síggja ’tilfeldigvís’ er varaforseti í argentinska svimjisambandinum, ritstjóri á FEN On Line, og so hevur hesa persónligu bloggu. Hann hevur rætt 🙂
Drew Gordon rósar her Juttu Thomsen fyri gott úrslit á HM í Melbourne í 2007, og hevur annars verið har fyri okkum líka síðani. Tað er meira enn man kann siga um ávís onnur.
Get the Flash Player to see this player.
Ja, øgilig menning.