Magnus Jákupsson kunngjørdi fyri løtu síðani á Facebook, at hann er komin inn á studentaskúla í Danmark, og tí fer niður at ganga í skúla og venja í svimjifelagnum VAT, har bestu svimjarar sum venja heima eru til dømis Daniel Skaaning og Amalie Emma Thomsen. Hetta er í fyrstu atløgu ein roynd fram til jóla, sum fyrireiking til NJM í Íslandi í desember, har Magnus væntandi verður ein av favorittunum. Magnus ætlar sær enn at luttaka fyri Havnar Svimjifelag í føroyskum høpi, og fyri føroyska landsliðið í tann mun sum tað er gjørligt.