Plásstrot í Gundadali rakar Havnar Svimjifelag meint

Lesið hesa áhugaverdu og eftir mínum tykki skemmandi grein fyri Tórshavnar Kommunu á heimasíðuni hjá Havnar Svimjifelag: “Plásstrotið í hylinum í Gundadali er nú beinleiðis atvoldin til, at fremsti svimjari í Havnar Svimjifelag, Magnus Jákupsson, flytir til Danmarkar at venja. Sami trupulleiki var eisini orsøkin, tá týski venjarin hjá felagnum fyrr í summar gjørdi av at leita sær nýggjar leiðir.”

CIMG5835

“Hóast Havnar Svimjifelag er eitt av størstu ítróttarfeløgum í landinum og hevur fleiri svimjarar, ið teljast í heimsflokki í sínum aldursbólki, hevur felagið størsta partin av degnum bert atgongd til eina og í besta føri tvær geilir í Gundadali. Ein avleiðingin er, at svimjarar mugu skiftast um at venja longri út á kvøldið enn ráðiligt er og at venjarar mugu arbeiða tvífalt.”

“16 ára gamli Magnus Jákupsson er ein av Føroya bestu svimjarum. Hann eigur ein hóp av føroyskum junior- og seniormetum. Á evropeisku meistarastevnuni fyri juniorar, EJM, í summar, rakk hann m.a. einum fjóðra plássi í sínum árgangi. Góðar vónir eru um, at hann fer at vinna heiðursmerkir á norðurlendsku meistarastevnuni fyri juniorar, NJM, í desember og á EJM næsta summar. “Hetta er ein øðiligur missur og eitt risa afturstig fyri Havnar Svimjifelag. Magnus er í heimsflokki, so hetta er eisini ein missur fyri Havnina og føroyska svimjing sum heild. Men vit mugu bara ásanna, at skal Magnus hava optimalar møguleikar at røkka teim málum, ið hann hevur sett sær, so má hann flyta úr Havn ella av landinum”, sigur Eyðun Húsgarð, formaður í Havnar Svimjifelag.”

Lesið meira her á havnarsvimjifelag.com.

One thought on “Plásstrot í Gundadali rakar Havnar Svimjifelag meint”

  1. Hatta er ein hin elsti trupulleikin í ítróttarumhvørvinum í Havn, at hylurin í Gundadali hevur ov lítið pláss til Havnar Svimjifelag, og til almennu svimjingina. Hylurin hevur jú verið ov lítil líka síðani hann varð bygdur, og hevur havt eitt vitjunartal allatíð sum man vera eitt hitt størsta í landinum yvirhøvur.

    Allíkavæl brúkar kommunan heldur pengar uppá nakrar steyrar sum borgararnir ikki ynskja, um ein vøll sum landsliðsvenjarin í fótbólti ikki ynskir at nýta, til at fáa hendan í Havn upp á eitt støði so at útlendingarnir veruliga føla seg heima, og harvið kunna veruliga hølva okkum av. Samstundis sum at hitt á Svangaskarði faktiskt prógvar pástandin hjá Kerr.

    Tórsbreyt var eitt gott hugskot, vísir tað seg, og Havnin noyddist væl at fáa sær Omega skamlar í Gundadali, um tey vildu varðveita FM í Havn. Men Tórsvøllur … tað er jú bara stórheitsvanvid, har karmarnir verða alt ov ógvusligir í mun til tað sum hendir á vøllinum.

    Gott at tað er val skjótt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.