Amerikanski venjarin og bloggarin Chris DeSantis skrivar her um tá ið vit møttust til kaffi í Keypmannahavn, nú aftaná HM í Shanghai. Søgan er stutt sagt tann, at hann og Jón sótu og chattaðu eftir finaluna, meðan eg hugdi at kinesiskum sjónvarpi. Knappliga skiltu vit at Chris og eg fóru at vera nær Keypmannahavn um sama mundi, og so var at handla skjótt. Mær dámar væl hendan vinkulin uppá komandi støðuna millum Føroyar og Danmark í sambandi við OL í London:
“My takeaway from a summer of research and reading the papers is that the Danish federation certainly knows that the Faroes need them. What they don’t realize is that they sorely need the Faroes. As great a summer as it was for Danish swimming, all the good results are on the women’s side right now. With some promising juniors still a few years away, Pal is the only legitimate medal threat on the Danish men’s team for 2012.”
Fyristillið tykkum, ein føroyingur er ein av teimum fáu veruligu heiðursmerkjakandidatunum hjá Danmark. Við øllum møguleikum fyri at tað ikki eydnast, sjálvsagt, við tað at talan er um ítrótt og harða kapping. Í London er hann í donskum búna, men heilt upp til tá og annars er hann okkara, ein søga sum bara er betri tí at hann ikki sleppur at umboða Føroyar. Á Ólavsøku.