Sum tit sikkurt hava lisið her á Portalinum, so varð ein faldari frá Havnar Svimjifelag í dag borin út til øll húsarhald í Tórshavnar Kommunu, har formaðurin Eyðun Húsgarð millum annað sóknast eftir betri svimjiumstøðum. Teirra uppskot er at fáa bygt ein 50 metra hyl vestan fyri verandi svimjihøll, heldur enn at leingja verandi sum kommunan sjálv hevur í hyggju. Út yvir tað er faldarin fyltur við spennandi upplýsningum, um Skvatl og Spæl, lívbjarging, kappsvimjing, vatnfimleik og rørslusvimjing.