3-2 sendi í gjár eitt prát við Eyðun Húsgarð, formann í Havnar Svimjifelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um trongu umstøðurnar í svimjihylinum í Gundadali.
[Heðin Mortensen og Eyðun Húsgarð. Mynd Jan Arnskov]
Eyðun Húsgarð: “Vit hava ov fáar geilir í dagtímunum. Tað er alt ov trongt. Tey kappingarliðini sum vit hava, sum muga venja í einum 25 m hyli, hava vit bara tvær geilir til seinnapart á degi til ungdómar sum ganga í skúla, so tað er nógv for trongt hjá okkum.”
Leivur Frederiksen, 3-2: “Hvat halda tit so man kann gera við tað?”
Eyðun Húsgarð: “Ja tað er bara eitt at gera við tað. Vit muga hava meira vatn. Tað má byggjast ein hylur aftrat í Havn.”
Heðin Mortensen: “Vit hava ein ótrúligan góðan og vælvirkaðan svimjihyl. Hann haldi eg ikki vit skulla gera nakað við ella umskipa uppá nakran máta. Her skal ein nýggjur byggjast beint við sínar av. Tey, sum vita hvar ÍSF húsið er, tey kunna fyristilla sær tað kanska, at har kom ein nýggjur hylur at vera. Kanska [vendir] oman-niðan ella sum tað tekniskt nú kann lata seg gera. So tað er bara spurningur um prioriteringar. Tað spurningur um at avseta pengar til hesi tingini, og tað veit eg at politikarir í Havnini fegnir vilja gera. Vit hava nøkur projektir, sum eru í ferð at blíva liðug nú. Skúlarnir eru lidnir nú og ellisheimið er liðugt nú. Her liggur so fyri framman, tað er …ja vit kunna rópa tað til eitt fólkaheilsu átak. Og tað haldi eg er positivt. Og tað vilja vit fara í gongd við.”
Leivur Frederiksen, 3-2: “Og nær sær tú fyri tær nær ein nýggjur hylur er klárur?”
Heðin Mortensen: “So skjótt, eg veit ikki hvussu skjótt tað kann byggjast, men eg vil siga longu komandi ár, so til okkara fíggjarætlan so rokni eg við at her er eitt positivt signal sum verður sent út, hvar vit fara ígongd við hetta átakið.”
Sendingin kann síggjast á kringvarp.fo.