Eini 4 mia fólk sóu HM í Shanghai

Hyggjaratøl frá HM staðfesta, at svimjing er meira populert nú enn nakrantíð. Tá HM var í Rom í 2009 sóu 3.5 mia sjónvarpshyggjarir kappingarnar. Tað er meira enn annarhvør íbúgvi á Jørðini. Harav sóu 1 mia kinverjar HM. Tí verður mett, at eftirsum HM var í Shanghai í ár, fór hyggjaratalið upp um 4 mia. 1200 fjølmiðlafólk úr øllum heiminum varpaðu frá Shanghai. HM í Shanghai bleiv sjónvarpað í 210 londum.

Tað skal leggjast aftrat, at føroyingar, ella 0.00005 mia fólk, sóu HM í Rom í 2009 men ikki HM í Shanghai 2011.

2 thoughts on “Eini 4 mia fólk sóu HM í Shanghai”

  1. Klárt størri enn t.d. HM-finalan í fótbólti, sum FIFA segði hevði 700 milliónir hyggjarar, men sum aðrir analytikarar meta var nærri 260 milliónir.
    Offisielt: http://www.reuters.com/article/2010/07/13/us-football-idUSTRE66C0ZV20100713
    Kritikkur: http://www.independent.co.uk/sport/football/news-and-comment/why-fifas-claim-of-one-billion-tv-viewers-was-a-quarter-right-438302.html

    Answers.com sigur at mest hugda at ítróttarhending var ein cricket-dystur millum India og Pakistan í 2011 (716 mió), og at tað næstmesta er ensk premierleague (600 mió um vikuna):
    http://wiki.answers.com/Q/What_sporting_event_is_the_most_watched_in_the_world

    Rætt er, í førunum við HM-finalu og cricket samanbera vit éin dyst við eina viku av svimjing. Men Wikipedia sigur at OL í Beijing í 2008 hevði millum 1 og 4 milliónir hyggjarar, sum altso eisini er í undirkantinum av tí sum FINA nevnir.
    http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_most_watched_television_broadcasts

    530 milliónir hugdu at tá ið Neil Armstrong traðkaði niður á mánan. Soe … flott tøl, Marculescu :-S

  2. Men í KVF vita tey “betur”

    Og tí gongur meinigi Føroyingurin enn 100% sanførdur um, at tað bert er ein ítróttargrein til í heiminum, alt fyri at KVF leiðslan kann dyrka persónlig áhugamál. Og ikki sær út til at tað skal broytast tey næstu 40 árini, tí smábørn fáa hetta prenta inn í høvdið við 3-4 tímar Útvarp og Sjónvart um vikuna. Ohh jolly!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.