NSW Institute of Sport og Altitude Technology Solutions avdúkaðu í dag eina hæddarvenjingarloysn til Sydney Olympic Park, har tey koyra eitt telt út yvir tvær 25 metra geilir, fyri síðani at minka om oxygen-innihaldið í tí rúminum. Nýkosni heimsmeistarin í 100 frí, James Magnussen, sigur at hann fer at brúka hetta regluliga, sum ein ið annars ongantíð hevur roynt hæddarvenjing. Les t.d. SwimNews.com og Yahoo! Sports, og sí myndir á Facebook.
“It’s definitely going to contribute (to training for London),” Magnussen said. “I don’t think this itself will be a gold medal winner, but combine this with my training program I’ve got already, we’re definitely well on the way.”
Kanska eitt hugskot til toftamenn, tá ið teir fara at gera Svangaskarð til eina bobluhøll ?
(uha, so fáa sjálvt áskoðararnir betri kondi av at fara til fótbóltsdyst 🙂