Jón Bjarnason og undirritaði eru í løtuni á árligu donsku ‘Aqua Clinic‘ ráðstevnuni, har røðararnir eru millum annað Sean Kelly frá Stockport Metro, Rasmus Ankersen og Paulus Wildeboer. Temaið er ‘talentmenning’, og niðurstøðan rættiliga klassisk, at tey ungu mugu venja nógv aerobt og varierandi ímóti 400 blandað, áðrenn tað er ov seint. At tey ikki fáa ov nógv tilboð ov tíðliga, so at tey mettast. At tað eru tey ‘svongu’ sum vilja stríðast sum verða til nakað í síðsta enda, heldur enn ‘talentini’. Og at tey ikki sleppa at spesialisera seg á 50 metrunum, uttan so at tað er rættiliga vist at tey verða 2 metrar høgar bjarnir sum Alain Bernard. Eg skal royna at skriva okkurt seinni, úr notunum.
Sambært Rasmus Ankersen, keypið og lesið “Guldminerne” (!):
Heimsins mesta vinnandi felag í frælsum ítrótti er MVP Track & Field Club á Jamaica. Venjarin har er hagtalsfrøðingur, heldur enn okkurt annað fínt. Og hann tekur bevíst ongantíð tey mest upplagdu talentini út, men heldur tey trið- ella fjórbestu, tvs. ‘tey svongu’. Og umstøðurnar eru við vilja bara akkurát so at tað neyðuga er har (altso einki luksus, men bara ein dieselbrendur rennivøllur), til at styggja burtur tey sum koma av øðrum orsøkum enn tí at tey veruliga vilja vera bestu rennarar í heiminum.
Um tú orkar at vera har, so er tað tí at tú veruliga vilt tað. Ein hardcore máti at styggja luksusdýrini burtur, sum tó sum sagt vinnur meira enn nakar annar máti.
Tá er ikki sagt at vit ikki ynskja 50 metra hyljar í Føroyum … tað hoyrir undir ‘neyðugt’.
Forrestin er ein av orsøkunum til at jamaicarar eru so góðir til renning, at tey longu í barnagarðinum finna tey sum egna seg til sovorðið. Tey verða øll kannaði fyri rennieginleikar, og eru traditionelt rættaði tann vegin, heldur enn til kurvabólt ella golf ella whatever. Tey allarbestu fara í okkurt annað (fínari) felag, sum til dømis Usain Bolt. Tankagongdin við at fáa talv inn í fólkaskúlan er røtt, um altso tað veruliga er tað sum vit vilja hava føroyingar at duga til (brrrrrr).
Persónliga haldi eg at vit føroyingar eiga at hugsa um hvat vit hava, og hvat sum vit ikki hava. Eiga vit ein stórmeistara í talvi sum varð nummar 4 á HM ?