Lotte Friis keikt hondina og nakrar fingrar í fimleiki í gjár

Eina løtu sá tað út til at gerast ein marra fyri Danmark, tá ið Lotte Friis í gjár undir landvenjing fekk fótin í klemmu í einum lopi um nakrar bummar, og datt so illa at hon noyddist á skaðastovu. “Jeg kunne ikke bevæge håndleddet og mine fingre”, sigur Lotte við Ekstra Bladet, og tey stúrdu tí fyri at hon hevði brotið okkurt, teir 4-5 tímarnar sum tað tók at fáa eina diagnosu. Lukkutíð hevur hon bara keikt handliðin og nakrar fingrar, og verður tí væntandi í hylinum aftur ‘fyri fulla skrúvu’ um nakrar dagar, heldur enn at vera úti í tveir mánaðir. Les Ekstra Bladet.

Lotte Friis World Champion - Arena Swimwear

One thought on “Lotte Friis keikt hondina og nakrar fingrar í fimleiki í gjár”

  1. Í november mánaða í fjør fekk hon heilaskjálvta undir venjing, tá ið hon kastaði ein medisinbólt inn í veggin og gloymdi at hann nokk fór at koma aftur í móti henni aftur.
    http://www.svimjing.com/2010/11/03/story/lotte-friis-fekk-heilaskjalvta-undir-venjing

    Og um hesu tíð í fjør datt hon so mikið illa í fótbóltsdysti, at hon keikti fyrst annan fótin og so hin eisini.
    http://www.svimjing.com/2010/09/13/story/lotte-friis-kokti-badar-foturnar-av-fotbolti

    Face it … gentan er gjørd til at vera í vatni. Síggi Jeanette Ottesen fyri meg, fyrrverandi sjællandsmeistari í dansi og alt, bara gløðandi eftir Lotte: “Er du færdig snart?”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.