Svimjifelagið FLOT avdúkaði í kvøld eitt prýðiligt nýtt búmerki, og nýggjar FLOT-draktir eisini, við tilhoyrandi blusum, jakkum, taskum og líknandi. Hetta var á fundi í kantinuni við Løkshøll, har svimjararnir fingu møguleika at passa ymsu støddirnar og bíleggja sær sett við stórum avsláttri frá Berglon. Orsøkin til at skifta búmerki, er at gamla merkið var í fleiri litum, og tí rættiliga dýrt at prenta á klæðir, í mun til hetta nýggja einlitta.
Vælvitandi at eg kanska eri eitt sindur inhabilur, so dámar mær als ikki hatta búmerkið. Ikki serliga originalt (sí eitt nú http://www.mysql.com/), og uttan sál haldi eg.