Tórshavnar Kommuna boðar frá:
“Arbeiðið at skifta trý ventilatiónsverk í Svimjihøllini í Gundadali varð boðið út í innbodnari lisitatión. Tilboðini komu inn í juni í ár. Renovent átti lægsta tilboðið og hava fingið arbeiðið. Arbeiðið er byrjað.
Fyrst verða ventilatiónsverkini til umklæðingarrúmini og kafeteria skift. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt seinast í september.
Meðan hetta arbeiðið er í gongd verður ongin ventilatión í umklæðingarrúmunum.
Í desember verður stóra ventilatiónsverkið til svimjihylarnar skift, og í hesum tíðarskeiði verður neyðugt at stongja svimjihøllina.”
So vóru teir aftur har. Tað er desembur og høllin skal stongjast. Ongin onnur ítróttargrein í landinum fær sínar fysisku rammur skræddar vekk hvørt einasta ár har í fólk venja uppá tað mesta.
Hvat ólukkan hugsa tey fyri sær?
Havnin kennir týðiligvís sítt pláss í hesum sambandi *ducking*