Valagn: Føroysk ítróttarfólk skulu luttaka undir Merkinum

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum sigur millum annað her seg vilja arbeiða fyri sjálvstøðugum IOC limaskapi.

“Føroysk ítróttarfólk eru bestu ambassadørar fyri føroysku tjóðina. Vit kunnu brúka 10 tals mió. kr til marknaðarføring av Føroyum og eitt nú føroyskari ferðavinnu, men hetta er onki aftur ímótir í virði, føroysk ítrottarfólk hava í marknaðarføring, tá tey umboða Føroyar undir føroyska Merkinum.

DSC05815

Tað eru fleiri úrmælingar innan føroysku ítróttina. Serliga er tað innan svimjing, at vit hava sæð avbera góð úrslit. Hóast vánaligar karmar hava úrmlingar sum Pál Joensen víst á sera heiðurslig altjóða úrslit ma.a 3 gull í EM í svimjing fyri juniorar, silvur til EM fyri seniorar og umframt onnur sera góð úrslit. Í 2012 skal Pál luttaka til OL í London, men tíverri verður hetta eftir øllum at døma undir danska Dannebrog. Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara bestu ítróttarfólkum, sum umboða føroysku tjóðina til størstu ítróttarkapping í heiminum.

Á Fólkatingi fara vit í Fólkaflokkinum at arbeiða fyri sjálvstøðugum limaskapi í ICO, altjóða olympisku nevndini, soleiðis at føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka til OL undir føroyska Merkinum.”

One thought on “Valagn: Føroysk ítróttarfólk skulu luttaka undir Merkinum”

  1. Tað kann væl gerast harðari at hyggja at OL, enn man soleiðis ‘ómiddelbart’ hugsar.

    Til dømis var danski junior-landsliðsvenjarin í dannebrogs-litaðum skóm á Aqua Clinic í vikuskiftinum. Vónandi bara eitt persónligt val, og ikki uniformurin, men tó ‘et vink med en vognstang’ um hvat sum er í væntu.

    Merkið er beinleiðis forboðið á OL, bæði millum íðkarar og á áskoðaraplássunum, í klassa við baskaraflaggið og líknandi. ‘Ein politisk provokatión’, sum í ringasta føri hevði kunnað blakað Pál heim sum ein annar Cavic.

    http://www.svimjing.com/2011/03/22/story/merkid-bannad-a-ol-i-london

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.