Viðfestur er úrslitalistin frá SMS stevnuni í Gundadali nú um vikuskiftið, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 16 gull, 7 silvur og 12 bronsu – meðan Ægir vann næstflest 12 gull, 11 silvur og 7 bronsu, og Havnar Svimjifelag triðflest 6 gull, 11 silvur og 8 bronsu. Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 50 frí, og Pál Joensen eisini úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt met í 200 firvald. 16 svimjarar vórðu tiknir út til landsdyst ímóti Íslandi í Klaksvík hin 8. oktober, og 5 svimjarar til luttøku á World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Gull | Silvur | Bronsa | |
---|---|---|---|
Suðuroyar Svimjifelag | 16 | 7 | 12 |
Ægir | 12 | 11 | 7 |
Havnar Svimjifelag | 6 | 11 | 8 |
Fuglafjarðar Svimjifelag | 2 | 6 | 6 |
FLOT | |||
Tilsamans | 36 | 35 | 33 |
Føroysk met og juniormet
- Guðrun Mortensen (SuSvim) føroyskt met og juniormet 26.37 í 50 frí, hon átti sjálv metið á 26.40 frá FM í vár
- Pál Joensen (SuSvim) føroyskt met 2:04.45, hann átti sjálvur metið á 2:04.75 frá stevnu í Vági í mars
Úttøka til World Cup í Stokkhólmi hin 15. – 16. oktober
Forhondsúttikin
- Pál Joensen (SuSvim) fyri m.a. norðurlendskt met og OL-kravtíð á HM í Shanghai
- Birita Debes (Ægir) fyri m.a. gull á NJM í Kastrup
- Magnus Jákupsson (HS) fyri m.a. hálvfinalupláss á EJM í Beograd
Hartil
- Guðrun Mortensen (SuSvim) fyri hægsta FINA stigatal hjá kvinnum (26.37 og 685 stig í 50 frí)
- Óli Mortensen (HS) fyri (út yvir Pál) hægsta FINA stigatal hjá monnum (8:32.59 og 647 stig í 800 frí)
Hartil má nevnast, at Pál í dag svam enn eina heimsklassatíð, tá ið hann í kappingini 800 frí ímóti millum annað Óla svam teinin uppá 7:50.34, sum sambært SwimNews røkkur til eitt 16. pláss á styrkismetingarlistanum fyri 2011. Hann svam enn skjótari 7:45.55 á langgeil á HM í Shanghai, men nú var tað altso stutt eftir feriu, meðan hann venur hart.
Úttøka til landsdystin ímóti Íslandi hin 8. oktober
Úttøkan var subjektiv í samráð við høvuðsvenjararnar, ein samanseting av bestu svimjarum í mun til eitt úrval av ymisku kappingargreinunum. Úttikin vórðu (í tilvildarligari raðfylgju):
- Kvinnur: Turið S. Christiansen (Ægir), Astrið Foldarskarð (Ægir), Kristina Eliasen (HS), Guðrun Mortensen (SuSvim), Poula Ø. Mohr (HS), Birita Debes (Ægir), Tanja Skaalum (SuSvim), Cecilia W. Eysturdal (Ægir)
- Menn: Jón Hofgaard (SuSvim), Óli Mortensen (HS), Heðin L. Olsen (Ægir), Bartal Hestoy (HS), Pál Joensen (SuSvim), Markus Joensen (HS), Pauli Ø. Mohr (HS), Magnus Jákupsson (HS)
Langteinalega í Calella
Nú um eina viku fara fýra ungir langteinarar til Calella í Spania, at venja saman við nøkrum at bestu javngomlu evropearum í hyli og á havinum, undir leiðslu av Jón Bjarnasyni og øðrum. Tey eru Cecilia W. Eysturdal úr Ægir, Tanja Skaalum úr SuSvim, Óli Mortensen úr HS og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Sostatt fekk Óli Mortensen at kalla ‘fullan pakka’ nú á úttøkustevnuni, at verða úttikin til venjingarlegu í Spania, landsdyst í Føroyum og World Cup í Stokkhólmi.
Pál til Potsdam
Um sama mundi sum tey ungu fara til Spania, fer Pál til Potsdam at venja, undir leiðslu av fyrrverandi heimsmeistaranum og OL bronsuvinnaranum Jörg Hoffmann. Hetta er fyrsta av óivað fleiri uttanlandalegum sum Pál fer á nú fram ímóti OL í London, til at sleppa á langgeil og (serliga seinni í vetur) at fáa eitt sindur frí frá føroyska myrkrinum. Umframt sjálvsagt at sleppa at sparra ímóti nøkrum av heimsins bestu langteinarum. Pál verður væntandi í Potsdam líka fram til World Cup í Stokkhólmi, men kemur so eitt rend heim tá 8. oktober, at luttaka á landsdystinum ímóti Íslandi.
Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar …