Uha, kinesiski heimsmeistarin Sun Yang svam á kinesisku meistarastevnuni í kvøld 1:45.53 í 200 frí á langgeil, meira ella minni júst afturkomin úr feriu. Til samanberingar er besta tíð hjá honum 1:44.99 frá meistarastevnuni í apríl, ið til nú er fimtbesta tíð í heiminum í ár. Les meira her á SwimmingWorld Magazine.
“I have not trained systematically since the worlds. I’m happy with the results, no matter it’s good or bad. I hope I can start my steps toward the London Olympic Games through this meet”
(Sun Yang og Pál áðrenn í 800 frí finaluni á HM í Shanghai)
Skeg at sleppa at skriva soleiðis út í framtíðina, men tað var altso hóskvøld 22. september í Kina, hóast klokkan ikki enn er 12 á døgverða her 🙂