Sum kunnugt eru tey fýra Tanja Skaalum, Cecilia W. Eysturdal, Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen nú á venjingarlegu í Spania, har tey skulu venja á langgeil og í havinum saman við øðrum góðum langteinarum úr Evropa. Tey fóru úr Føroyum tíðliga í gjáramorgunin, komu fram einaferð í leypi av degnum, og ljóða til at hava tað heilt ókey (27 gradir í skugganum, huff).
Her er eitt feskt videobrót av kantinum í Calella:
Seinnapartin skulu tey svimja á havinum, blikalogn og 23-26 ºC
Fullkomiliga óbrúkilig hjá okkum sum svimja í Føroyum, but there you go …
(nei, eg eri ikki øvundsjúkur)
Cecilia hevur júst smurt, nei hon morlaði dreingirnar í 2km open water svimjing. Hon kom smílandi upp og segði “hatta var lekkirt” 😀 Hvat er tað ikki herligt 😉
Tey høvdu 3x2000m Open Water á skránni seinnapartin í dag, við intensari venjing á strondini áðrenn og ímillum svimjingina.
Okur høvdu eisini eitt sindur av Hvalspýggj trupuleikum, og onkur av okum brendi seg eitt sindur í bringuna.
Okur royna tað aftur tórsdagin. Tá skal Cecilia aftur vísa teimun hvar skápi skal standa 😉
Eg haldi at tey elska tað her, og okur síggja fram til 2 góðar venjingar aftur í morgin.