Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Atlantic Airways og Svimjisamband hava longt stuðulssáttmálan sína millum. Hetta er eitt samstarv ið gongur langt aftur. Formaður í Svimjisamband Føroya sigur: “Ein øgiliga stórur partur av okkara elituarbeiðið fer fram uttan fyri Føroyar. Ikki minst í kappingarárinum, ið liggur fyri framman, har okkara besti svimjari Pál Joensen longu hevur klárað kravtíðina til Olympisku leikirnar í London í august 2012. At føroyska flogfelagið stuðlar svimjingini er av altstórum týdningi og uttan henda stuðul høvdu vit ikki kunnað bjóðað okkara elitusvimjarum tær uttanlanda avbjóðingar, ið vit gera.”
(Mynd: Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, svimjarin Pál Joensen og Jákup Sverri Kass,
sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.)
Jákup Sverri Kass, sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways sigur: “Eftir framúr úrslitini hjá Páli Joensen í seinastuni, og flottu úrslitini hjá føroysku svimjarunum á m.a. Oyggjaleikunum, so meta vit at Svimjisambandið við einari miðvísari ætlan hevur megnað at ment føroyska svimjing munandi seinastu mongu árini.
“Atlantic Airways vil við stuðlinum vísa, at felagið framhaldandi vil stuðla menningini av føroyskari svimjing og geva eitt íkast til, at føroyskir svimjarar framhaldandi fáa møguleikan at taka lut í altjóða svimjing.