Langhylurin í Bergen verður ‘óvurderiligur’ fyri norska svimjing

Hvørki forsetin í norska svimjisambandinum Per Rune Eknes ella landsliðsstjórin Petter Løvberg eru í iva, at langhylurin ‘Helleren’ í Bergen fer at hava ómetiliga týdning fyri økið har á vestlandinum, og fyri norska svimjing sum heild. Norðmenn eiga enn einki veruligt 50m svimjistadion, og komandi langhylurin er tí at samanbera við eitt fótbóltsstadion fyri ein fótbóltsspælara, kanska trupult hjá ‘vanligum’ fólki at skilja týdningin av, men ein risa munur í dagligdegnum hjá íðkaranum. Ein konkret ætlan er at fáa EM á stuttgeil til Bergens í desember 2013, um altso høllin verður klár tá. Les Brostein, via www.simma.nu/no

One thought on “Langhylurin í Bergen verður ‘óvurderiligur’ fyri norska svimjing”

  1. Langhylurin í Bergen verður mettur at kosta meira enn 1 mia NOK. Sæð í tí ljósinum er 30-40 mió DKK, sum langhylurin í Havn verður mettur at kosta, ella 12-13 mió DKK, sum langhylurin í Vági verður mettur at kosta, nokso bílligt. Men langhyljar í Føroyum eru so sanniliga óvurderiligir fyri føroyska svimjing og fólkaheilsu 🙂




Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.