Hetta er heilt surrealistiskt, at síggja hvussu ein týsk svimjistjørna leggur mynd út av sær og Páli á Facebook, og reypar av at svimja upp ímóti føroyinginum. Yannick Lebherz eigur týska metið í 400 blandað, sum er 4:05.08 frá EM í Eindhoven í 2010. Nú um vikuskifti kappaðust hann og Pál á “Postdamer Kurzbahnmeisterschaften”, og lýsir hann har hæddarpunktið at vera tá ið hann í 400 frí svam líka skjótt sum Pál, 3:50.62. Pál var sum kunnugt mitt í harðari venjing, har ‘Hoffie’ hevði sett hann at svimja 100 + 200 + 400 + 1500 + 400 blandað, við venjing inn í millum, og har Pál vann alt uttan 200 frí.
“Das Highlight war mit Sicherheit der geteilte erste Platz mit Pal Joensen über 400m Freistil. Ein echt spannendes und amüsantes Rennen, das wir in 3:50,62 beendeten.”
Úrslitalistin er her, Lebherz velur altso ikki at reypa av at vinna á Páli í 200 frí (tá ið Pál var slitin, beint eftir at hava svomið 1500). Men ókey, hinvegin luttók Lebherz ikki í 400 blandað:
http://www.potsdamersv.de/images/stories/Protokoll_8.Kurzbahnmeisterschaften_Potsdam.pdf