Ja, hetta vendir rætta veg – SwimmingWorld.TV ynskir at sleppa vísa landsdystin millum Føroyar og Ísland, og Kringvarp Føroya er sinnað at loyva tí. Talan verður ikki um beinleiðis sending, men um at vit koma at senda teimum riðlarnar ein-og-ein, so at fólk sjálvi kunnu velja hvørjar kappingar tey vilja síggja. Kringvarp Føroya fer væntandi at vísa stevnuna beinleiðis á síni heimasíðu, og hartil verður hon so at síggja í sjónvarpinum, nú leygarkvøldið.
Hetta ljóðar bara knasandi gott 😉
Við vanligum undirbrotligum føroyskum fyrivarni, so tosar blaðstjórin um at lýsa væl við stevnuni. Eg havi longu fingið login og neyðug rættindi og leiðbeining í hvussu videoirnar skulu frámerkjast. Og vit fara sjálvsagt at gera alt sum stendur í okkara makt, til at hava sovorðið ‘know-how’ at kunna greiða okkara grannalondum frá 🙂