Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygarkvøldið 8. oktober verður landsdystur millum Føroyar og Ísland í svimjing, í svimjihøllini í Klaksvík frá klokkan 18:30 til 20:30. Hetta er triðja ár á rað at skipað verður fyri hesum landsdysti, aðru ferð í Føroyum, har vit vunnu í Tórshavn í 2009, og Ísland síðani í Reykjavík í 2010.

CIMG0904

Skráin fyri landsdystin í ár er:

  • 100 blandað kvinnur
  • 400 frí menn
  • 200 bringa kvinnur
  • 100 firvald menn
  • 50 frí kvinnur
  • 200 frí menn
  • 4×50 blandað kvinnur
  • 4×50 blandað menn
  • 400 frí kvinnur
  • 50 firvald menn
  • 50 rygg kvinnur
  • 200 bringa menn
  • 50 firvald kvinnur
  • 50 rygg menn
  • 8×50 frí kvinnur og menn

Reglurnar eru, at tveir svimjarar frá hvørjum landi kappast í hvørjari grein, soleiðis at øll svimja minst eina og í mesta lagi tríggjar einstaklingakappingar. Fyrsti svimjari fær 4 stig, næsti 3, triði 2 og fjórði 1 stig. Í liðsvimjingum fær fyrsta lið 8 stig, næsta 6, triðja 4 og fjórða 2 stig. Vinnari av landsdystinum er tað land sum hevur flest stig tilsamans, tá ið alt er svomið.

Føroyska liðið varð úttikið á stevnu í Tórshavn hin 18. september 2011, og eru tey:

  • Kristina Eliasen, Markus Joensen, Óli Mortensen, Bartal Hestoy, Magnus Jákupsson og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð, Cecilia W. Eysturdal, Birita Debes og Heðin L. Olsen úr Ægir
  • Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Jón Hofgaard og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag

Hetta er fyri stóran part sama lið sum í fjør, og umleið sama skrá sum í 2009 og 2010. Í 2009 vunnu vit rættiliga ruddiliga við 101 stigum ímóti 79, og í Íslandi var tað næstan líka greitt ein sigur til Ísland við 98 stigum ímóti 80.

Venjarar hjá liðnum eru Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag, Petur Heðin á Fløtti úr Ægir og Jón Bjarnason úr Suðuroyar Svimjifelag. Liðleiðarar eru Sørin S. Djurhuus og Jórun Eið.

Landsdysturin byrjar við innmarsj og setan hjá 18:30, har Jon Hestoy formaður í Svimjisambandinum og Jógvan Skorheim varaborgarstjóri í Klaksvík bjóða vælkomin, og kappast verður síðani slag í slag til umleið klokkan 20:09, tá ið vinnandi liðið er funnið og steyp verða handað.

Dysturin verður at síggja í Kringvarpi Føroya frá klokkan 18:30, umframt á netinum á kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðunum beinleiðis á www.livetiming.se, og at síggja bæði tað og samskifta við fólk í høllini og aðrar áskoðarar á www.svimjing.com/live. SwimmingWorld.TV hevur sýnt kappingini áhuga, og verða kappingarnar tí at síggja eisini har, eftirfylgjandi.

Men besta pláss er sjálvsagt í høllini í Klaksvík, frá klokkan 18:15 leygarkvøldið, tá ið svimjararnir eru lidnir at hita upp. Tað kostar einki at sleppa inn at síggja tiltakið.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

One thought on “Landsdystur ímóti Íslandi á triðja sinni”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.