Tíðliga mánamorgunin ‘after pool hours’ var 22 ára gamli James Rigg funnin druknaður í svimjideplinum hjá Arizona State University, sambært líkskeranum deyður av ‘accidental drowning’, hóast hann var fyrrverandi úrvalssvimjari har og sambært venjarum sínum “a phenomenal underwater athlete”. Les SwimmingWorld Magazine.
Og síðsta hósdag forsvann 42-ára gamli svenski films-instruktørurin Daniel Lind Lagerlöf, eftir øllum at døma tí at hann datt á sjógv og bleiv sogin burtur av streyminum við Tanumshede. Hann hevur millum annað gjørt fleiri partar av krimirøðunum Beck og Wallander, og var nú á uppgávu har úti á klettunum, at gera research til eina nýggja krimi. Løgin søga annars afturat hesum, at tá ið løgreglan leitaði eftir honum, komu tey fram á kropslutir sum tey meta vera ein brotsgerð. Les t.d. Goteborg Daily.
Men tað sum eg royni at siga við hesum, er at vit øll mugu ansa eftir trygdini og umsjónini, allastaðni nær vatni, líka mikið hvussu væl vit halda okkum duga at svimja. Til dømis er tað láturligt at síggja vaksin koyra bjargingarvestar á børnini og ikki seg sjálvi, tí hvat skulu børnini gera um tú dettur á sjógv og smekkar teg í so at tú fellur í óvit? Annað enn at vera vitni til at tú søkkur og druknar … ella eventuelt ‘sleppa’ at royna at hjálpa tær men ikki orka, við einum sundursmildraðum lívi víðari sum úrslit ?
Hugsið um trygdina, og serliga umsjónini. Vatnið er eitt tað besta spæliplássið sum vit eiga, men ófyrigeviligt um tú missur vitið í tí. Altíð minst éin vaksin við, og helst tvey har annað ikki tekur nakrar kjansir.
Well-spoken, Mr Hasselhoff!
Kann væl vera at hann hevur rullað fullur á gólvinum og etið burgarar meðan dótturin filmaði, men fá fólk hava gjørt so nógv gott fyri ‘image’ hjá lívbjarging, sum Mr. Hasselhoff 🙂
Huff …
A former Arizona State University swimmer drowned in a university-owned swimming pool early Monday morning, and authorities suspect alcohol was involved.
James Rigg and Andrew Schneller, both 22 and former members of the ASU swim team, sneaked into the Mona Plummer Aquatic Complex in Tempe about 1:30 a.m. Monday by hopping a fence surrounding the complex.
ASU Police Commander James Hardina tells New Times that Rigg and Schneller then had a contest to see which of them could swim the farthest under water.
“When Scheneller came up he noticed Rigg was not swimming,” Hardina says. “He thought Rigg got out of the pool and was hiding so he got out and looked around for him. Then, he noticed his friend had sunk to the bottom of the pool.”
Hardina also points out that the pool is 18 feet deep and no lights were on.
Once he noticed Rigg on the bottom, Schneller pulled him out of the water and started giving him CPR before calling 9-1-1.
http://blogs.phoenixnewtimes.com/valleyfever/2011/10/former_asu_swimmer_james_rigg.php