Tað hevur verið ein nokk so langur og pakkaður dagur, men nú eru vit so endiliga komin á hotell-rúmini, eftir venjing í Eriksdalsbadet og ein fínan náttverða her á hotellinum. Øll eru her uttan Pál sum kemur í morgin, rættiliga væl fyri og klár til svimjistevnu í vikuskiftinum. Vónandi gongur tað gott, tey hava í øllum førum verið røsk inntil nú 🙂
Bara so fólk vita tað, ikki á privattelefonunum, men á hesari SSF-telefonini: 517559. Reikingargjøldini eru tíverri enn nokk so ógvuslig, og vit vilja tí ikki so gjarna brúka okkara egnu telefonir.
Eg kann ikki lova at hon svarar so væl, her runt um sjálva stevnuna, tí vit eru so gott sum allatíð upptikin við onkrum. Hetta er afturvendandi ja, tí at tað tíverri er so.