Spennandi lesnaður her á Suðuroyarportalinum:
Pál Joensen sum seinastu 18 dagarnar hevur vant hjá heimsmeistaranum í 1.500m frí frá Perth (Australia) í 1991 Jørg Hoffmann úr Eysturtýsklandi, skal til hesa kappingina royna seg í 400 & 1.500m frí. Tað er allar fyrst 1.500m sunnudagin sum okur vilja hava skal ganga gott, tí hendan tíðin skal nýtast sum tilmeldingartíð til Evropameistakappingina á stuttgeil sum verður í Pólandi í desembur, Pál skal tá svimja 1.500m frí á sínum 21 ára føðingardegi.
Í Stockholmi svimur hann ímóti einum sterkum kinesara og einum sponskum HM finalisti frá 2009, so onkur verður til at pressa vágbingin og vónandi er hann ikki so troyttur eftir venjingarleguna saman við elituni úr Berlin, at hann fær ov stórar trupuleikar til at vinna hesa kapping.
400m frí leygardagin verður nokk so áhugaverd av tí at heimsmethaldarin og heimsmeistarin, Paul Biedermann er her, og hann er sera vælfyrireikaður til júst World Cup. Týskarin var á hæddarvenjingarlegu í 3 vikur og kom niður fyri 2 vikum síðani og kann tí vantast at svimja sera skjótt. Pál og Paul eru góður vinir og hava dystast í hesu kapping nakrar ferðir, og enn hevur vágbingurin ein sigur til góðar. Umframt heimsmeistaran er sterki kinesarin Zhang eisini við, so motivatiónin til at svimja skjótt manglar ikki.