Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær bronsuheiðursmerki á stóru World Cup stevnuni í Stockholm, við tíðini 3:45.50 í 400 metra frísvimjing. Hetta var í harðari kapping við serbiska Stefan Sorak á 3:45.09 og kinesiska Zhongchao Zhang, eitt vet aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:43.45.

DSC06584

Biedermann koyrdi eitt sindur óvanliga fyri hann rættiliga hart longu frá byrjanini av, uttan nakran serligan spurt ímoti endanum. Pál, Sorak og Zhang dragnaðu tí nokk so tíðliga eitt sindur afturum, og lógu so og kempaðu um silvur og bronsu, har tað so endaði við at Sorak vann silvur og Pál bronsu. Í fjør vann hann eisini bronsu, tá við 3:46.13.

Ein eitt sindur keðilig hending var at tey skundaðu sær so við heiðursmerkjahandanini, at teir frá 400 allir komu ov seint til hana. Ein løta var har tey bíðaðu, og tá ið Biedermann so kom fyrst, fóru tey bara sum skjótast í gongd, og fingu tí ikki komið afturum aftur tá ið hinir møttu upp. Vanliga vildi hetta merkt at Pál misti teir 500 dollararnar sum hann annars skuldi fáa fyri bronsuna, men hesuferð bleiv tað í staðin til eina umbering frá fyriskiparunum og pengarnar allíkavæl.

DSC06597

Í morgin er tað so beinleiðis finala í 1500 frí, har Pál so avgjørt ætlar sær nakað flottari enn bronsu. Endamálið er tó fyrst og fremst at náa eina nóg góða tíð, til at sleppa í finaluna á EM í Stettin í desember.

Annars hava vit fingið Danmarks Radio í fylgi nú, sum tit síggja í hesum fyrstu myndunum. Lagið er gott, og upplivilsið at vera so tætt við stóru stjørnurnar altíð nakað serstakt. Sum ikki einaferð eru tað serliga tey eldru sum okkara ungu ógvast um, at tey kunnu svimja so skjótt. Svimjarar sum Therese Alshammar, Geoff Huegill og ‘gamli-Lars’. Her niðanfyri sita vit til borðs við DR og Alexander Dale Oen, sig so tað 🙂

DSC06598

2 thoughts on “Pál bronsu í 400 frí á World Cup í Stockholm 2011”

    1. Teir berjast við at sleppa forbí vaktirnar sum ikki vildi sleppa nøkrum inn, tí heiðirsmerkjahandan var 😉
      Biedermann (Big guy) “flutti” hesar somu fyri at sleppa framat 😉

      Shiiit hann var svakur :o)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.