Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til finaluna í 400 frí á World Cup í Stockholmi, sum verður nú seinnapartin umleið klokkan 15:40 føroyska tíð. Hann svam seg rættiliga trygt í finaluna, við næstbestu tíð av øllum, 2:49.11 aftanfyri serbiska Stefan Sorak á 3:48.62 og frammanfyri týska Paul Biedermann á 3:50.33.
Okkara ungu svimjarar hava eisini allir roynt seg í morgun, Magnus Jákupsson í 100 rygg og 50 firvald, Birita Debes í 50 rygg og 50 frí, Óli Mortensen í 400 frí og Guðrun Mortensen í 50 frí. Tíðirnar vóru eitt sindur frá bestu tíðum, men stemningurin er tó góður í føroyska leirinum, tey eru fyrst og fremst við til at venja kapping á sovorðnum støði.
Sí úrslitalistar her. World Cup finalurnar kunnu síggja beinleiðis á netinum, sí t.d. www.svimjing.com/live