Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm

Pál gull á World Cup í Stockholm 2011Pál Joensen megnaði her seinnapartin at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Stokkhólmi, við tíðini 14:52.00 væl frammanfyri serbiska Stefan Sorak á 15:06.57 og brasilska Marcos Oliveira á 15:13.19. Hetta gjørdist ein solosvimjing av teimum heilt stóru, har allir mótstøðumenn uttan Sorak vórðu yvirhálaðir við tveimum hyljalongdum, og har tað eftir teir fyrstu 800 heldur ikki var nakar ivi um hvør sum fór at vinna. Sí úrslitalistan her.

Jón Bjarnason viðmerkti í samrøðu við Útvarp Føroya nú fyri løtu síðani, at teir ikki eru heilt nøgdir við tíðina, og at har eisini var okkurt tekniskt sum ikki sat heilt sum tað skuldi. Orsøkin er allarhelst harða venjingin í Potsdam hesar seinastu 3 mánaðirnar, ið fyrst og fremst skal byggja upp eitt gott útgangsstøði fyri meira kappingarrættaðari venjing í vár.

Í morgun vóru tey fýra Magnus Jákupsson, Birita Debes, Óli Mortensen og Guðrun Mortensen eisini í kapping, við heldur skiftandi úrslitum. Onkrar tíðir vóru heilt góðar, upp í móti bestu úrslitum, meðan aðrar so aftur vóru í so langt burturi frá teirra metum. Vit vurdera at orsøkin er høga støðið á stevnuni, har man lætt kann føla seg rættiliga lítlan í kapping ímóti heimsstjørnum, men halda samstundis at tað er tað vert, at sleppa at uppliva av vera so nær teimum bestu.

One thought on “Pál gull í 1500 frí á World Cup í Stockholm”




Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.