Garvill søga her á thestar.com, um Cecil Russell ið fekk lívslangt bann í 1997 fyri at vera uppi í einum altjóða steroid-smuglara-ringi. Og sum sama ár viðgekk at hava hjálpt einum felaga við at brenna og beina burtur eitt fólk sum hesin hevði dripið. Og sum hevur sitið 4 ár í fongsli í einum narkotikamáli. Fyri síðani at fáa bannið lyft í 2005 og so álagt aftur í 2007, eftir at fleiri skjøl komu fram í málinum.
Hann hevur hildið áfram at venja, og eigur sjálvur tvey børn við olympiskum kvalitetum, har dótturin so seint sum á HM í Shanghai í summar var í finaluni í 100 rygg. Foreldur í svimjifelagnum Dolphin Swim Club klaga um brot á mannarættindini, at felagið nú verður straffað við at missa hyljatíð, tí at hesin maður enn er uppíblandaður venjingina hóast bann.
Men heilt erligt … doping OG narkotika OG lík-krógvan ?
“It’s a black cloud that hangs over Canadian swimming”
Via SwimNews.com