Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið

Pál Joensen og Jón Bjarnason høvdu í farnu viku vitjan av einum týsk-iranskum lækna kallaður Dr Homayun Gharavi, ið teir fyrstu ferð møttu í 2010, á “Battle Camp” í Potsdam og síðani á Mare Nostrum í Monaco. Eg fór sjálvur suður í barnadóp sunnudagin, og slapp tá at uppliva síðstu venjing har suðuri leygarkvøldið, umframt at gera hesar báðar samrøðurnar við “Homer” umborð á Smyrli á veg heim aftur sunnukvøldið.

Fyrsta video er mest um hvør hann er, hvat hann ger og hvat hann heldur um sítt yrki. Hartil eitt lítið sindur um vikuna í Suðuroy, inntil eg uppdagaði at videotólið manglaði streym.



Seinna video er meira um ‘The Faroese Project’, sum í hesum sambandi merkir serliga arbeiðið runt Pál Joensen. Um hvat hann heldur um tað at Pál venur í Vági, og um ætlanina at byggja ein langhyl har suðuri.

One thought on “Prát við Dr Homayun Gharavi umborð á Smyrli sunnukvøldið”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.