Viagra-spam á svimjing.com

Aja, so kom túrurin til okkum eisini. Fyri tíð síðani uppdagaðu vit at spam-leinki um Viagra kom á Facebook um fólk nevndu svimjing.com har, og nú uppdagi eg at hetta eisini kemur fram um man leitar á Google eftir svimjing.com. Hetta er okkurt ‘phishing’-ting … eg veit ikki hvussu álvarsligt, men eri farin undir at skifta alla kotu út á svimjing.com, eftirkanna dátugrunnin, dagføra alt og deaktivera eitthvørt óneyðugt, til at royna at fáa skil á aftur.

Viagra-spam á svimjing.com

2 thoughts on “Viagra-spam á svimjing.com”

  1. Fann eina fílu í rótini sum innihelt alt hatta har Viagra. Hon er so slettað, nú at seta seg í samband við mín hýsara, at vita hvussu hon kundi enda har.

  2. Havi fingið reinstallerað og rudda, og fráboðað til hýsaran, og fingið Google at byrja reindeksering av heimasíðuni. So nú er ovasta yvirskrift aftur mín 🙂

    svimjing-viagra-out

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.