Nú mánakvøldið kemur russiski OL-svimjarin Anastasia Aksenova til Føroyar, at royndarvenja nakrar vikur hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági. Aksenova er 21 ára gomul, luttók fyri Russland á OL í Beijing í 2008, og hevur russiska metið 53.20 í 100 frí á stuttgeil. Í eina tíð hevur tað verið í umbúna at Anastasia skal koma til Vágs at venja fram til OL í London komandi summar, og nú er tað so greitt, at Anastasia kemur til Føroyar mánakvøldið.
Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim, sigur sambært Suðurrás at hetta hevur heilt stóran týdning fyri føroyskar svimjarar á stytri teinunum. Hetta kann geva svimjarum sum t.d. Guðrun Mortensen eina stóra gularót, tí í løtuni hevur Guðrun ov fáar avbjóðingar. Men við einum svimjara, sum svimur skjótari á stytri teinum enn bestu føroyski mannligu svimjararnir, fær t.d. Guðrun nýggjar avbjóðingar.
Anastasia kemur í fyrsta umfari at royndarvenja í eitt stytri tíðarskeið, fyri síðani vónandi, um alt gongur væl, at venja her næstu 8 mánaðirnar, fram til OL í London. Tað gongst henni væl fyri tíðina, millum annað staðfest við at hon vann silvur í 50 frí á russisku meistarastevnuni herfyri (25.38, 25.19 í hálvfinaluni). Ein greið staðfesting av, at Jón Bjarnason sum venjari telist millum absolut bestu venjarar í heiminum, at sovorðnir profilar velja at koma hendan vegin.
Les meira á Suðurrás
Aksenova er komin til landið 🙂