Magnus føroyskt met í 100 rygg, bronsu í 100 og 200 rygg

Magnus í Saint-DizierMagnus Jákupsson megnaði her í vikuskiftinum at seta 1 føroyskt met (og juniormet) afturat í Saint-Dizier, umframt at vinna bronsu í 100 og 200 rygg, luttaka í eini røð av finalum, og allan vegin ígjøgnum svimja imponerandi tíðir niður ímóti sínum egnu metum. Føroyska metið var 55.33 í 100 rygg, har metið hjá honum frá FM í vár var 55.34.

Magnus

Leygardagin 19. november 2011

  • 50 firvald 24.87 (6. pláss, føroyska metið hjá honum 24.70 frá degnum fyri)
  • 50 rygg 25.69 (4. pláss, føroyska metið hjá honum 25.50 frá degnum fyri)
  • 100 firvald 55.05 (6. pláss, føroyska metið hjá honum er 54.60 frá FM 2011)
  • 100 rygg 55.33 (bronsa, føroyskt met í mun til 55.34 á FM 2011)

Sunnudagin 20. november 2011

  • 200 rygg 2:02.05 (bronsa, føroyska metið hjá honum er 2.01.08 frá FM 2011)

Alt í alt 3 føroysk met og juniormet til Magnus hetta vikuskiftið, umframt 2 bronsuheiðursmerki. Nú gongur leiðin heim aftur til Danmarkar, har danska meistarastevnan og juniormeistarastevnan á stuttgeil byrjar hósdagin.

2 thoughts on “Magnus føroyskt met í 100 rygg, bronsu í 100 og 200 rygg”

  1. At last …

    50 firvald innleiðandi (føroyskt met, 7/100 aftanfyri Leveaux): http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/resultats50papmessieurs.pdf
    50 rygg innleiðandi (føroyskt met, skjótastur): http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/resultats50dosmessieurs.pdf
    200 rygg finala (bronsa): http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/200-dos-mes-series.pdf
    50 rygg finala (huff, føroyska metið frá innleiðandi hevði givið silvur): http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/50-dos-mes-finale.pdf
    50 firvald finala: http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/50-pap-mes-finale.pdf
    100 rygg finala (føroyskt met og bronsa): http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/100-dos-mes-series.pdf
    100 firvald finala: http://www.natation-saintdizier.fr/Pdf/100-pap-mes-series.pdf

  2. Leveaux setti væl heimsmet í 50m firvald til EM (25m) í 2008, ella var tað “bert” í 50 & 100m frí?

    Magnus verður nokk skjótur til NJM, hetta var jú uttan niðurtrapping folkens 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.