Magnus megnaði her fyri løtu síðani at vinna juniorsilvur eisini í 50 frí, við tíðini 23.77 á DMK 2011. Besta tíð hjá honum í greinini er væl skjótari, 23.28 frá FM í vár, men tað sigur nakað um støðið hjá honum, at hann soleiðis komfortabult kann vinna silvur eisini her, eftir at hava vunnið bronsu í 100 blandað og silvur í 100 rygg sama morgun, sambært vælvitandi keldum ikki petti úthvíldur til hesa stevnu.
Magnus svam 51.84 sum fyrsti maður í skjótastu 4×100 frí stafett í morgun, væl skótari enn nummar 3 og 4 í somu stafett, hóast hesir høvdu fyrimun at kunna starta ‘flúgvandi’. Faktiskt var tað bara næsti maður í somu stafett (Jonas Sørensen) sum svam skjótari (50.35, men altso ‘flúgvandi’), av øllum 60 sum luttóku 🙂
http://livetiming.dk/results.php?cid=844&session=1&round=H&event=12