Juniorurin Mie Ø. Nielsen snøgt sagt hølvar alt av í teimum greinum sum hon luttekur í, á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Fyrst setti hon juniormet í 100 blandað í innleiðandi riðlunum við 1.01.55, og so lammaði hon tað niður á 59.97 í finaluni, og varð danskur seniormeistari frammanfyri Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen, Kathrine Holm Sørensen og Pernille Blume. Løtu seinni tók hon so juniormetið frá Pernille Larsen í 100 rygg við einum hálvum sekundi, tá ið hon vann 100 rygg eisini hjá seniorum við 58.86, við Pernille Larsen sum nummar 2 á 1:01.02.
Og so í dag vann hon á Lotte Friis og restini eisini í seniorbólkinum, við nýggjum juniormeti 2:11.33 í 200 blandað, har Katrine Holm Sørensen átti metið á 2:14.45. Og vann 200 rygg bæði hjá juniorum um morgunin og seniorum um kvøldið, við tíðin 2:07.67 har næstskjótasta Lotte Friis svam 2:11.20. Til nú bara sigrar til ungu Mie, bæði millum juniorar og seniorar.
Mie verður so vítt eg veit ikki at síggja á NJM í Reykjavík í desember, tí at hon tá er til EM á stuttgeil í Stettin. Sum heild er hon longu vaksin burtur úr norðurlendska juniorbólkinum, hóast hon eigur hetta árið og 2012 afturat í bólkinum, tí hon hevur støði til at verða eitt av álitunum hjá dønum á OL í London.