SuSvim-gentur 1:51.33 og juniormet í 4×50 frí

Eftir ein langan og strævnan dag í hylinum í Vági, eydnaðist tað í kvøld dámunum úr Suðuroyar Svimjifelag at seta nýtt føroyskt juniormet í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:51.33 á BankNordik stevnuni nú, har metið hjá Ægir frá FM/JM 2011 var 1:52.71. Tær fýra vóru Guðrun Mortensen (26.86), Lív E. Eidesgaard (29.18), Kristina Elin Thomsen (27.50) og Tanja Skaalum (27.79).

2 thoughts on “SuSvim-gentur 1:51.33 og juniormet í 4×50 frí”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.