Magnus Jákupsson 2:00.71, føroyskt met og danskur juniormeistari í 200 rygg

Magnus Jákupsson megnaði júst nú at vinna donsku juniormeistarastevnuna í 200 metra ryggsvimjing, við nýggjum føroyskum meti og juniormeti 2:00.71. Ein rættiliga greið betring av føroyska metinum hjá honum á 2:01:08 frá FM/JM 2011, ið legst afturat hansara nýggju føroysku met í 50 og 100 rygg og 50 firvald frá Saint Dizier farna vikuskifti, og hansara nýggju juniormet í 100 og 200 blandað og 100 frí frá donsku meistarastevnuni nú. Tíðin hjá Magnusi var fimtbesta av øllum luttakandi íroknað seniorar, men hann hevur av einhvørjari orsøk tó avgjørt at melda frá finaluni í kvøld.

Magnus

Løtu seinni vann hann eitt juniorsilvur afturat, hesuferð í 100 firvald, við tíð bara 6 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá sær, 54.66 har metið frá FM/JM 2011 er 54.60. Hetta var triðbesta tíð av øllum íroknað seniorar, men aftur her hevur hann valt at melda frá finaluni í kvøld.

2 thoughts on “Magnus Jákupsson 2:00.71, føroyskt met og danskur juniormeistari í 200 rygg”

  1. Havi broytt tekstin omanfyri eitt sindur, nú eftir at tað sæst á livetiming, at Magnus hevur meldað frá finalunum í 200 rygg og 100 firvald.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.