Væl framkomin til Stettin

Tað varð ein nokk so langur dagur í dag, við ‘pyjamas-flúgvaranum’ úr Vágum kl 08:15, via Kastrup og Berlin til Stettin í Póllandi. Men tað gekk væl, vóru sum ætlað í Stettin kl 18:00 polska tíð (t.e. sama sum donsk) og longu kl 19 vóru tey í hylinum (eftir at vit høvdu checkað inn OG fingið akkreditatión).

DSC07155

Við í ferðalagnum eru tey bæði Pál Joensen og Birita Debes, sum skulu svimja Pál hósdag, leygardag og sunnudag, og Birita allar fýra dagar. Jón Bjarnason venjari, Thurid Kjærbo fysioterapeutur og undirritaði Rókur í Jákupsstovu sum leiðari, og so Malan V. Bærendsen eisini sum fjeppari.

DSC07160Her er eitt sindur kalt í kvøld, men ikki verri enn at tað er til at yvirkoma. Vit búgva ógvuliga tætt við hylin (einar 13 kr í taxa, t.e. kanska 3 minuttir), og vist nokk beint við okkurt stórsligið Pomeranian Castle. Eisini er eitt risastórt innkeyps-sentur beint við síðuna av hotellinum, so har verið nokk farið ein túr í morgin.

Á hotellinum her búgva í øllum førum eisini danirnir, portugisar og ísraelittar. Kappingarhylurin er vist nokk spildurnýggjur, men enn eitt sindur ‘í gerð’ ella í øllum førum rótutur og støvutur her meðan tey fyrireika tað síðsta til EM. Upphitingarhylurin er einki serligt, okkurt gamalt og diesel-luktandi við høgum kantum runt hylin.

Myndir eru á veg (ordiliga mega-spakuliga)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.