Vit hava gingið nokk so spennt her og leitað eftir einum startlista, til at fáa endaliga staðfest um Pál er í finaluni ella ikki. Trupulleikin er, at hann hevur ikki eina so góða tíð á stuttgeil at vísa á hetta farna árið, í mun til fleiri av mótstøðumonnunum. Og hann lá tí at vera beint uttanfyri, um ikki tað var so, at teir sleppa at svimja 10 í finaluni. Tá er hann (vist nokk) nummar 9 í mun til hinar.
Annars er truppurin her við gott mót, tey vóru og vandu í morgun, og Pál so aftur seinnapartin. Tað er stutt at fara og góðir bussar, og um man hevur hug at fara at shoppa eitt lítið sindur, so er ein stórsentur granni. Vit mangla bara at fáa hasi síðstu tingini upp á pláss, at síggja ein startlista og tílíkt, til at vit føla okkum heilt 100% klár.
Á ja eitt síðsta ting – nú byrjar hetta hotellið av álvara at fyllast, við dønum og svium og bretum og russum. Sá akkurát á týska Jorg Hoffman, sum Pál og Jón kenna frá Potsdam, so kanska eru týskararnir her eisini.
Via SwimNews.dk, har tey forrestin prika til at enn minni er at frætta frá startlistum og líknandi úr Íslandi, nú í sambandi við NJM.
http://www.ecszczecin2011.eu/en/ec-2011/teams/