Pál víðari til EM-finalu í 400 frí

Tað sá lætt út hjá Páli nú í áðni, tá ið hann kvalifiseraði seg til finaluna í 400 frí, við triðbestu tíð 3:42.37 aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:41.75 og týska Paul Biedermann á 3:42.18. Eisini Frans Johannesen megnaði við 3:44.68 at kvalifisera seg til finaluna, so nú verða tað tríggir úr danska ríkisfelagsskapinum í EM-finaluni í 400 frí seinnapartin, tveir sum svimja fyri Danmark, og tveir sum eru føroyingar. Sí úrslitalistan her

DSC07240

Hjá Biritu gekk einki serligt, hon svam 1:03.90 í 100 rygg í mun til sítt føroyska met á 1:01.46, og 59.83 í 100 frí í mun til sítt føroyska juniormet á 58.52. Serliga 100 rygg var hon kedd um, har er okkurt sum ikki riggar heilt tekniskt út í frá vegginum, og so møðist hon ov nógv í móti endanum av teimum 100. Men starturin er har, og ferðin, so vónandi fer at gangast betri nú næstu dagarnar, tá ið hon skal svimja 50 firvald, rygg og frí.

DSC00120

Seinnapartin er tað so 400 frí finala, har Pál sum so liggur væl fyri til heiðursmerki. Sigi ‘sum so’, tí Jón leggur herðslu á at hetta 400 er mest hygg og fyrireiking til 1500. Hann metur at Paul Biedermann er sikkur vinnari, og so fáa vit at síggja hvussu restin klárar seg.

4 thoughts on “Pál víðari til EM-finalu í 400 frí”

  1. Her eru splitttíðirnar í 400 innleiðandi og finalur frá Stettin í mun til Dubai.




Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.