Út yvir silvurheiðursmerki og føroyska metið hjá Magnusi í 100 rygg á NJM í Íslandi, og føroyska juniormetið hjá Ceciliu í 800 frí, so hevur hesin fyrsti dagur verið heldur trilvandi hjá føroyingunum í Reykjavík. Afturat metunum hjá Magnusi og Ceciliu, so hevur Sigmund Mørkøre sett persónligt met í 1500 frí, men annars sær tað eitt sindur soltið út við sovorðnum, kanska tí at túrurin til Íslands gjørdist so langur, fyrradagin.
200 frí gentur
- Cecilia Eysturdal 2:10.05 og nr 6 (innl. 2:08.86)
100 bringu gentur
- Turið S. Christiansen 1:15.68 og nr 7 (innl. 1:15.24)
100 rygg gentur
- Jonna B. Thomsen 1:09.68 og nr 5 (innl. 1:11.28)
100 rygg kvinnur
- Poula Ø. Mohr 1:05.57 og nr 5 (innl. 1:06.23)
100 rygg dreingir
- Magnus Jákupsson 55.01 og silvur (innl. 56.72)
800 frí gentur
- Cecilia Eysturdal 9:06.60 og nr 4 (tilm. 9:09.82)
- Tanja Skaalum 9:16.23 og nr 7 (tilm. 9:10.71)
1500 frí dreingir
- Sigmund Mørkøre 16:45.06 og nr 9 (tilm. 16:49.45)
Annars havi eg ikki ordiliga fingið skil á hvør sum sleppur í finalu og ikki, tá ið man hyggur at hasum frá í morgun. Cecilia og Jonna sluppu í finalu í ávíkavist 200 frí og 100 rygg, sikkurt tí at kvota er á tal av luttakarum úr hvørjum landi, og Astrið, Kristina og Pauli vórðu trýst úr finalunum í 50 metra firvald, tí at juniorar í staðin sleppa at svimja ‘uttan fyri kapping’ har. Kanska eitt sindur rætt at skjótari juniorar kunnu taka pláss frá seniorunum, men samstundis løgið at londini brúka krút uppá tað, tá ið tað nú skal vera so ‘farligt’ hjá juniorum at svimja 50 firvald, rygg og bringa, at tað mátti takast úr NJM-skránni.
Og minnist mær rætt, so vóru tað danir sum vildi hava 50m vekk hjá juniorunum. Men raskir eru teir at melda til 🙂