Úrslit síggjast so hvørt sum tey svimja her á keflavik.is, men tíverri sær tað út sum at tey hava trupult við at svimja upp til sínar bestu tíðir, her í fyrstu kappingum. Turið er í finaluni í 200 bringu, Poula í 100 rygg, Magnus í 100 rygg, Astrið og Kristina í 50 firvald, og Pauli í 50 firvald, har Magnus nokk hevur besta heiðursmerkjakjans í kvøld, við triðbestu tíð frá innleiðandi. Eftir hjá føroyingunum í morgun er 800 frí, har Cecilia luttekur í riðli 2, og 1500 frí har Sigmund Mørkøre luttekur í fyrsta riðli.
Úrslit í morgun
200 frí gentur
- Cecilia Eysturdal 2:08.86 og nr 11 (tilm. 2:06.77)
- Guðrun Mortensen 2:16.41 og nr 14 (tilm. 2:08.93)
200 frí dreingir
- Heðin L. Olsen 1:56.95 og nr 13 (tilm. 1:55.67)
100 bringu gentur
- Turið S. Christiansen 1:15.24 og nr 8 (tilm. 1:14.70)
- Tanja Skaalum 1:19.23 og nr 9 (tilm. 1:15.90)
100 rygg gentur
- Jonna B. Thomsen 1:11.28 og nr 7 (tilm. 1:07.21)
100 rygg kvinnur
- Poula Ø. Mohr 1:06.23 og nr 6 (tilm. 1:04.92)
100 rygg dreingir
- Magnus Jákupsson 56.72 og nr 3 (tilm. 55.03)
50 firvald kvinnur
- Astrið Foldarskarð 28.72 og nr 7 (tilm. 28.45)
- Kristina Eliasen 29.10 og nr 8 (tilm. 28.73)
50 firvald menn
- Pauli Ø. Mohr 26.88 og nr 6 (tilm. 26.86)
Eftur tíðini hjá Turið og Tanju, hava tær nokk svomi 100 m bringu og ikki 200m 😉
Takk fyri 🙂