Pál Joensen skal nú klokkan 16 føroyska tíð luttaka í síðsta, avgerandi riðli í 1500 metra frísvimjing á Evropameistarastevnuni á stuttgeil í Stettin. Polski Mateusz Sawrymowicz svam í morgun 14:29.81, sum tískil nú er kravið til at kunna vinna gull í hesi kapping. Damien Joly úr Fraklandi svam 14:51.78, sum tí er evstamark til at kunna vinna heiðursmerki yvirhøvur. Og eisini franski Anthony Pannier í millum hesar báðar 14:44.54.
Vit skulu nokk rokna við at tað verður tíðin hjá Sawrymowicz sum verður umleið kravið, til at kunna vinna heiðursmerki. Føroyska metið hjá Páli er 14:32.15, og skjótasta tíð uttan superdrakt 14:47.39. Danski Mads Glæsner vann á HM í Dubai í fjør silvur við 14:29.52.
Tað fyri okkum góða er at til dømis Gergo Kis skuffaði við 14:57.28 í morgun, sum merkir at hann í øllum førum einki heiðursmerki fær. Tað var hann sum yvirhálaði Pál í spurtinum í Shanghai í summar, tá ið HM var á langgeil. Tað vísir seg eisini at Pál hevur tikið seg nógv fram í mun til hinar í 400 frí, sum tó bara er ein ábending um hvussu tað verður í 1500, við tað at t.d. nevndi Sawrymowicz bara bleiv nr 32 í 400 frí fyrradagin, við 3:49.59 (har Pál sum kunnugt varð nr 4 við 3:41.05).
Tveir ‘dark horses’ eru í finaluni í kvøld: Matteo Furlan úr Italia sum er á geilini við síðuna av Páli, og týski Christian Kubusch sum er heilt yviri hinumegin. Teir svumu ikki 400 frí, og trupult er tí sjálvsagt at meta um hvussu teir eru fyri her í Stettin. Pál liggur á ytstu geil 0, sum faktiskt ikki er so galið, við tað at hann tá ikki fær møguligar órógvandi aldur frá aðrari síðuni av. Vit gleðast eisini um at so langt er millum hann og Mads, so at tað í øllum førum ikki verður ein av hasum millum teir báðar, har Mads letur Pál hála og so tekur hann í spurtinum.
Men altso, Pál skal svimja bestu tíð nakrantíð, um hann vil vinna gull her á EM, og sikkurt eisini um hann vil vinna heiðursmerki yvirhøvur. Og Mads hevur umleið sama krav, at svimja líka skjótt sum í Dubai, um hann vil taka Sawrymowicz.
Geil 0 – Pál Joensen (FAR) – 14:52.00 (3:41.05 og nr 4 í 400)
Geil 1 – Matteo Furlan (ITA) – 14:45.97 (luttók ikki í 400)
Geil 2 – Sergiy Frolov (UKR) – 14:42.01 (3:44.99 og nr 12 í 400)
Geil 3 – Rocco Potenza (ITA) – 14:31.73 (3:46.62 og nr 22 í 400)
Geil 4 – Mads Glæsner (DEN) – 14:29.52 (3:39.30 og nr 2 í 400)
Geil 5 – Gergely Gyurta (HUN) – 14:31.47 (3:44.94 og nr 11 í 400)
Geil 6 – Job Kienhuis (NED) – 14:39.97 (3:45.31 og nr 9 í 400)
Geil 7 – Alexey Solpekovskiy (RUS) – 14:45.30 (3:48.30 og nr 25 í 400)
Geil 8 – Evgeny Kulikov (RUS) – 14:46.11 (3:45.05 og nr 8 í 400)
Geil 9 – Christian Kubusch (GER) – 14:52.55 (luttók ikki í 400)
Úr Suðuroy frættist at Stóra Pakkhúsið væntandi verður fullsett, tá ið tey klokkan 15:50 í dag fara at hyggja at kappingini á stórskíggja har. Sjálvur høvuðspersónurin hevur føðingardag í dag, sum varð feirað í matarhøllini í áðni við at eg IKKI sang “Happy Birthday” fyri honum 🙂